Síðani stutt eftir klokkan hálvgum tvey - og eftir at pensjónsmálið fór igjøgnum - hava tingfólk viðgjørt Suðuroyartunnilin: Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.
- Vit hava so at siga verið allan vegin runt. Mangla kanska at tosa um farvurnar i ljósstrípunum í tunnlinum, helt Dennis Holm heldur speiskliga fyri.
Ein av vágbingunum úr Tjóðveldi er næstseinasti røðari. Síðani stendur Kaj Leo Holm Johannesen á listanum, og eftir tað verður atkvøðugreiðsla - uttan so onkur røðari kemur afturat í síðstu løtu.
Nógv bendir á, at málið kemur ígjøgnum við aðru viðgerð. Helst við nakað yvir 17 atkvøðum. Hetta eisini hóast Karlot Hergeirsson og Bjarni Kárason Petersen úr samgongu flokkinum Framsókn eru ímóti.
Hoyr eisini: Pensjónsmálið er eitt samgongumál - Suðuroyartunnilin er ikki
Tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum hevur eisini sitið á fundi eina løtu. Júst hví er óvist, men her kann vera eitthvørt ivamál ella einhvør ónøgd - kanska við støðuna hjá meirilutan í samstarvsflokkinum Framsókn.
Áðrenn uppskotið hjá løgmanni, skal atkvøðast fyri broytingaruppskotinum hjá Magnusi Rasmussen, sum gjarna vil hava eina alternativa linjuføring. Har verða eftir øllum at døma fitt av atkvøðum fyri men ikki nóg mikið.
Les eisini: Suðuroyartunnilin: Samgongan hevur ikki veljararnar aftanfyri seg
Dagført: 19.10: Nú er Eyðdis Hartmann Niclasen komin á røðaralistan - sum tann síðsta fyribils. Nøkur javnaðartingfólk eru eisini á veg inn í salin aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald