Innanlands

Suðuroyartunnilin og pensjónsmálið: Spenningurin er útsettur til í morgin

Málini vórðu ikki løgd fram í dag. Heldur verður tingfundur í morgin klokkan 11 - har bert framløga er á skránni. Størri ivamál tykist vera um pensjónsmálið enn um Suðuroyartunnilin

Tingfundur er ásettur til klokkan 11 í morgin - hetta verður gjørt heldur enn at bíða eftir teimum báðum nevndu álitunum til tey møgulig vera klár einaferð í kvøld. Málini høvdu ikki komið fyri tingið fyrrenn í næstu viku, óansæð hvat (Savnsmynd)

Tingfundur er ásettur til klokkan 11 í morgin - hetta verður gjørt heldur enn at bíða eftir teimum báðum nevndu álitunum til tey møgulig vera klár einaferð í kvøld. Málini høvdu ikki komið fyri tingið fyrrenn í næstu viku, óansæð hvat (Savnsmynd)

2026-02-19 16:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Einki álit um Suðuroyartunniln er komið fyri tingið í dag. Ei heldur nakað um pensjónsmálið. Hesi málini hanga onkursvegna saman í politisku skipanini.

Framløga stóð sum tað síðsta á skránni í dag, men hóast vónin var at leggja álitini um Suðuroyartunnulin og pensjónsmálið fram, so vóru tey ikki á listanum.

Forkvinnan í Fíggjarnevndini segði við FM1 í gjár, at tað ikki var vist, at tað fór at eydnast at fáa alt liðugt við Suðuroyartunnlinum: Har er broytingaruppskot, tekniskir smálutir og annað.

Sí eisini: Eyðgunn Samuelsen: Satsa uppá at álitið um Suðuroyartunnilin verður lagt fram í annaðkvøld

Sum skilst fara landsstýrisfólk á fund nú, og væntað verður at bæði álitini verða løgd fram í morgin. Hetta er í øllum førum tað, sum vónin man vera hjá teimum flestu í samgonguni.

So er spurningurin, um semja er. Sum skilst er størri ivamál um undirtøkuna fyri pensjónsmálinum enn í málinum um Suðuroyartunnilin.

Tingfundur er ásettur til klokkan 11 í morgin - hetta verður gjørt heldur enn at bíða eftir teimum báðum nevndu álitunum, til tey møgulig vera klár einaferð í kvøld. Málini høvdu ikki komið fyri tingið fyrrenn í næstu viku, óansæð hvat.

[object Object]

Tingfundur í morgin (Mynd: logting.fo)

Meira úr Løgtinginum seinni

Dagført: 16.31

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder