Innanlands

Suðuroyartunnilin skotin út til hornaspark

Løgtingið er í dag farið í summarfrí. Málið um Suðuroyartunnil liggur nú aftur í fíggjarnevndini – verður nýtt álit ikki lagt fram áðrenn ólavsøku, fellur málið burtur

Løgmaður og løgtingsforkvinnan (Mynd: Jens Kr. Vang)

Løgmaður og løgtingsforkvinnan (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-05-19 16:22 Author image
Ingi Samuelsen

At skjóta eitt mál út til hornaspark verður ofta tikið til, tá partarnir ikki rættiliga eru samdir um hvat skal henda í einum politiskum máli. Og tað var tað, sum hendi við Suðuroyartunnlinum, tá atkvøtt varð í dag.

Nær hornasparkið so verður tikið, og bólturin kemur í spæl aftur, er í núverandi støðu óvist.

Tað lógu trý broytingaruppskot í málinum, tá tað kom til triðju og ætlandi endaligu viðgerð í dag, harav eitt frá samgonguni, har latið varð upp til at arbeiðast skuldi við møguleikanum at fara upp í Skúgvi eisini. Eisini lá eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um at gera eitt nýtt forprojekt, sum kannar møguleikarnar fyri at arbeiða úr Skúvoynni.

Men onki av málunum kom til atkvøðugreiðslu, tí meiriluti var á tingi fyri at beina málið aftur í fíggjarnevndina.

Sleppa undan at atkvøða nei

- At koyra málið aftur í nevndina er bara ein máti at sleppa undan at skula atkvøða ímóti, vóru tað fleiri andstøðutinglimir, sum vístu á undir viðgerðini í dag.

Tey hava nokk rætt, tá sagt var, at hetta er eitt tekin um, at samgongan als ikki er arbeiðsfør í løtuni.

Andstøðan vísti á, at við at koyra málið aftur í nevnd, so fellur málið burtur, um tað ikki verður tikið framaftur og avgreitt áðrenn ólavsøku, tá eitt nýtt tingár byrjar.

- Trúgvið mær. Málið kemur ikki aftur á tingborð áðrenn ólavsøku, segði Bárður á Steig Nielsen millum annað.

Um málið ikki verður tikið uppaftur undan ólavsøku, so kemur bólturin ikki aftur í spæl, um vit so kunnu siga.

So skal eitt nýtt mál leggjast fyri løgtingið, og málið skal gjøgnum alla mylluna av nýggjum.

- Ein vanlukka fyri suðuroyingar

- Og hetta er ein vanlukka fyri Suðuroynna og suðuroyingar. Hetta fer at taka vónina frá suðuroyingum aftur.

Serliga suðuroyartinglimurin hjá Javnaðarflokkinum, Bjarni Hammer, mælti staðiliga frá at koyra málið aftur í nevnd. Hann vildi hava málið avgreitt í dag.

Tí hetta er ikki ein avgerð um at binda landið og skattgjaldaran fyri fleiri milliardir krónur. Hetta er einans ein spurningur um at fáa heimild til at fara víðari við fyrireikingunum, so arbeiðið kann bjóðast út, og tinglimir og Føroya fólk kunnu fáa eina meting av, hvat verkætlanin kemur at kosta.

[object Object]Smílini vóru breiðari, tá semjan varð undirskrivað 8. november í fjør (Mynd: Løgmansskrivstovan)

Semjan heldur ikki longur

Løgmaður greiddi frá, at orsøkin til at málið nú fer í nevnd er, at tað er ikki tann sama semjan um málið, sum var galdandi, tá semjuskjal varð undirskrivað av øllum flokkum í vetur.

Tað eru fleiri tinglimir, bæði úr andstøðu og samgongu, sum ikki eru við í semjuni longur, upplýsti løgmaður.

Sambandstingfólk grundgóvu við, at nýggir upplýsingar eru komnir fram í málinum. Og tað er, at tað ber til at arbeiða úr Skúvoy, hetta var ikki ein møguleiki, tá semjan varð undirskrivað.

Tað er tí, at flokkurin mæti tingfólki til at taka undir við teirra broytingaruppskoti.

Annars var tað einans Bjarni Hammer, sum heitt talaði fyri, at avgerðin skuldi takast í dag. Hann varð einans stuðlaður í hesum sjónarmiði av andstøðutinglimum. Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum og Jenis av Rana úr Miðflokkinum vóru teir, sum vóru heitast fyri at atkvøðast skuldi fyri Suðuroyartunnlinum í dag.

Løgmaður arbeiðir víðari

Spurningurin er nú, um málið í verandi líki hevur lív lagað.

- Eg ætli mær at arbeiða víðari við málinum, og spurningurin, sum liggur fremst at fáa svar uppá er, um náttúrumyndugleikarnir fara at geva okkum loyvi til at atbeiða úr Skúvoy eisini, segði løgmaður undir viðgerðini í dag.

Eyðgunn Samuelsen, sum fleiri ferðir var biðin um at svara upp á, hvussu fíggjarnevndin, har hon er forkvinna, fer at fyrihalda seg til at málið nú kemur aftur í nevnd, vildi á tingfundinum ikki váttað, at um ella nær fíggjarnevndin fór at verða kallað saman.

Men eftir at løgmaður hevði greitt frá sínum ætlanum um at arbeiða víðari við málinum gjøgnum summarið, nýtti hon eina viðmerking til at boða frá, at um tað er neyðugt at kalla fíggjarnevndina saman fyri at fáa greiði á onkrum spurningi, so fór hon sjálvandi at gera tað.

Løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, tyktist ikki so viss í, at hetta fór at henda. Hon sendi tingið heim við heilsan um eitt gott summar, og bað Bárð á Lakjuni um at syngja fyri til “Boðar tú...” 

17 samgonguatkvøður fóru fyri at senda málið aftur í nevnd. Bjarne Hammer úr Javnaðarflokkinum var millum tey 15, sum atkvøddu ímóti.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald