2025-12-27 09:23
2. jólakvøld plagar at vera nógv lív í býnum, og í nátt var einki undantak. Løgreglan sigur, at tað hevur verið sum á ólavsøku í Havn. Tó hevur tað sum heild gingið friðarliga fyri seg.
Tað einasta málið, sum løgreglan hevur skrásett, er eitt harðskapsmál, sum varð fráboðað um klokkan fýra í nátt.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at ein maður er handtikin fyri at sláa ein annan, og verður hann skuldsettur og leyslatin nú í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald