Innanlands

Summarfestivalurin avmarkar ferðsluna í komandi viku

Fyrireikingar til festivalin byrja at ávirka ferðsluna kring miðbýarøkið í Klaksvík mánadagin 5. august, og broytingarnar eru galdandi fram til mánamorgunin 12. august

Summarfestivalurin verður í Klaksvík 8. - 10. august (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Summarfestivalurin verður í Klaksvík 8. - 10. august (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-08-04 15:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eins og onnur ár verður ferðslan kring miðbýarøkið í Klaksvík umskipað í sambandi við Summarfestivalin, sum verður í komandi viku.

Fyrireikingarnar til festivalin byrja at ávirka ferðsluna í morgin, mánadagin 5. august, og broytingarnar eru galdandi alla festivalvikuna. Koyrandi verður aftur sum vanligt mánamorgunin 12. august, skrivar Klaksvíkar kommuna, sum heitir á øll um at vísa varsemi í ferðsluni.

Í tíðarskeiðnum, meðan ferðslan er umskipað, koyrir Býarbussurin hjá kommununi ikki.

Her sæst, hvussu ferðslan verður ávirkað á Summarfestivalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder