Innanlands

Summarfestivalurin hevur kunngjørt fyrsta føroyska navnið

Marius Ziska spælir á Vágsbøi

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-03-06 11:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Summarfestivalurin hevur í dag kunngjørt fyrsta føroyska navnið at framføra á ársins festivali. Talan er um Marius Ziska.

Marius Ziska fer við bólki sínum at rokka á Vágsbøi á Summarfestivalinum.

Summarfestivalurin skrivar, at Marius Ziska telist millum dugnaligastu sangskrivarar í landinum, og hann hevur skrivað framúr góðar sangir – bæði á føroysku máli og enskum máli. Við einum sterkum bólki afturat sær hevur Marius Ziska veruligt flog og innihald í sínum framførslum, og hann kann rúnarbinda áhoyrararnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder