Danska løgreglan fekk í gjárkvøldið eina heldur merkisverda fráboðan, tá onkur ringdi og boðaði frá, at eitt summarhús fleyt úti á Limfjørðinum.
Húsið fleyt í eystara parti av Limfjørðinum, og sambært løgregluni líkist húsið einum húsbáti, sum hevur slitið seg leyst. Løgreglan metti, at summarhúsið helst hoyrdi til onkustaðni við Struer ella Oddesund. Í fyrstuni visti løgreglan ikki hvør átti summarhúsið, og gjørdi tí av at leggja mynd av summarhúsinum út á Twitter, har sóknast var eftir eigaranum.
Chris Jensen, sum eigur summarhúsið, vendi sær til løgregluna. Sambært TV MIDTVEST er talan um eitt summarhús, sum Chris sjálvur hevur tekna og bygt. Húsið vigar um fimm tons og verður ankra við einum hálvt annað tons tungum akkeri. Tí heldur Chris, at tað má verða onkur, sum hevur skorið summarhúsið leyst.
Chris Jensen segði í gjárkvøldið, at hann nokk mátti bíða til í dag, áðrenn hann fær fatur á fólki hann kennir, sum hava nóg stóran bát til at sleipa summarhúsið á pláss aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald