![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
– Eftir at hava ráðført okkum við føroysku Korona-ráðgevingina hevur dagliga leiðslan, saman við høvuðsstýrinum fyri Kirkjuligu Heimamissiónina, valt at fylgja tilmælunum frá Korona-ráðgevingini, sum mælir frá at savnast í stórum hópum vegna vanda fyri smittu av Korona. Summarlegurnar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verða tí avlýstar, boðar Kirkjuliga Heimamissiónin frá í tíðindaskrivi.
– Leiðslan í Heimamissiónini harmast um hesa avgerð, men vit meta tað vera rættast at fylgja almennu tilmælunum viðvíkjandi smittuverju.
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur, umframt leguvirksemi í Leguhúsinum í Nesvík, eisini summarlegur í Porkeri og Sørvági. Øll hesi tiltøkini eru avlýst, og einki felagstiltak verður fram til hálvan august í ár. Avlýsingin umfatar eisini familju- og ungdómslegurnar.
Tey, sum hava meldað seg til eina summarlegu, kunnu fáa legugjaldið endurgoldið. Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald