Innanlands

Summartónakonsert við Onnu Hudepohl og Kristinu Thede Johansen

Summarkonsert í Listasavni Føroya

2018-06-22 16:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 24. juni verður Listasavn Føroya karmur fyri forkunnugari konsert við Onnu Hüdepohl, akkordeon, og Kristinu Thede Johansen, saksofon. Hesi ljóðføri eru lutfalsliga nýggj, og verða ofta sett í samband við aðrar tónleikagreinar enn klassiskan tónleik. Mongdin av upprunatónleiki til hesi ljóðførini í klassisku tónleikaverðini er tí ikki eins stór sum hjá øðrum, eldri ljóðførum, og hava tær tí umskrivað eina rúgvu av tónleiki heilt frá barokktíðini fram til 20. øld.

Av tí at akkordeon og saksofon verða nýtt í nærum øllum tónleikagreinum, er tað við hesi samanseting av ljóðførum gjørligt at skapa og umskapa alskyns ljóð og hugløg, og harvið ávirka áhoyrararnar á ein heilt serligan hátt.
Samansetingin av ljóðførum er heldur nýggj og óroynd, men hevur seinastu árini tikið dik á seg, og alsamt fleiri spæla saman í duo’um sum hesari. T.d. kunnu nevnast Duo Aliada umframt Avido Duo, sum tvær av teimum mest framkomnu.

Til konsertina verður tónleikur hjá tónaskøldunum B. Bartók, P. Sólstein, H. J. Højgaard, A. Piazzolla, A. Dvorak, I. Albeniz, og G. Tartini. Blandaður tónleikur, ið fellur lætt í oyrað, frá barokktíðini fram til 20. øld.

Um tær báðar
Anna Hüdepohl er fødd í Týsklandi og hevur lisið akkordeon á Det Jyske Musikkonservartorium, har hon hevur lokið solistútbúgvingina - hægsta útbúgvingin innan klassiskan tónleik.
Í 2007 flutti hon til Føroya fyri at undirvísa í akkordeon í musikkskúlanum í Havn. Anna er virkin og spælir í nógvum ymsum kamarbólkum bæði í Føroyum og uttanlands, eins og hon hevur verið solistur við ymsum orkestrum - eitt nú Føroya Symfoniorkestri.

Kristina Thede Johansen er føroyskur saksofonleikari og íverkseti. Í 2014 flutti hon til Danmarkar at lesa klassiska saksofon á Det Jyske Muskkonservatorium i Aarhus. Undir lesnaðinum hevur hon verið skiftisnæmingur á Arktiska Universitetinum í Tromsø, umframt á Sibelius Academy í Helsinki.
Sum tónleikari hevur Kristina, hóast sína stuttu yrkisleið, longu ferðast víða. Hon hevur millum annað fingið undirvísing frá Arno Bornkamp, Nobuga Sugawa og Lars Mlekusch. Harafturat hevur hon vunnið fleiri virðislønir og heiðursheiti í kappingum og konsertum fyri spæl sítt.
Kristina er virkin kamartónleikari og er partur av nógvum ymsum bólkum, so sum Asynja Saxophone Quartet, Ensemble Sirius. Umframt hetta hevur hon eisini verið solistur við fleiri ymsum orkestrum.

- Listasavn Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder