Hátíðarhalda var í Sunda kommunu í morgun, nú Arndras Nybo, arbeiðsformaður, tann 1. februar hevði 20 ára starvsdag í kommununi.
Tann 1. februar 2019 vóru 20 ár liðin síðani Andras byrjaði í starvið í táverandi Hósvíkar kommunu. Við samanleggingini av kommununum í Sundalagnum í 2005 kom Andras at starvast sum umsjónarmaður, og síðani sum sum arbeiðsformaður.
Í morgun vóru starvsfelagar og nærmasta familja hjá Andras boðin til hátíðarløtu á kommunuskrivstovuni, har borgarstjórin handaði honum gávu og segði nøkur orð.
Borgarstjórin segði m.a. at “Andras er sera dugnaligur arbeiðsformaður. Hann dugur væl við fólki og er tolin. Hann er hollur í ráðum og minnist væl. Andras er altíð tøkur og skjótur at hjálpa til tá á stendur.", skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald