Innanlands

Sunda kommuna heiðraði Katrina Svartá

Katrina Svartá hevur arbeitt í Hvalvíkar skúla í samfull 40 ár

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2019-02-07 14:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Á hugnaligari samkomu í Hvalvíkar skúla í dag varð Katrina Svartá viðurkend fyri at hava verið vaskikona í Hvalvíkar skúla í samfull 40 ár. 

Fríðbjørg Hammer, fyrstilærari, helt røðu og las yrking upp, sum lærarar og næmingar hava gjørt. Eisini fekk Katrina handað gávu.

Heðin Zachariasen borgarstjóri takkaði Katrinu fyri valaverk øll hesi árini og ynskti henni alt tað besta frameftir. Katrina fekk eisini gávu frá kommununi, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Rættað: 15.06

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder