Á býráðsfundi tann 9. februar varð einmælt samtykt at játta 8 milliónir og taka av tilboði frá P/F Articon, um heildarveiting av ovara partinum av útstykkingini á Oyrarbakka.
Soleiðis skrivaði Sunda kommuna á heimasíðu sínari í gjár, tá avtalan um at gera arbeiðið varð undirskrivað.
![]()
Sunnvard Andreasen, stjóri í Articon, og Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, undirskrivaðu avtaluna vegnað partarnar (Mynd: sunda.fo)
Sunda kommuna fegnast um, at arbeiðið um útstykkingina á Oyrarbakka nú kann gerst liðugt.
- Arbeiðið fevnir um liðugtgerð av ovara partinum av útstykkingini á Oyrarbakka. Tá arbeiðið er liðugt verða eftir ætlan 11 byggiklár grundøkir og eitt savnandi miðøkið í ovaru útstykkingini. Stykkini verða grovplanerað og liggja um 500 m2 per stykki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald