Innanlands

Sunda kommuna lækkar prísin fyri grundstykkir

Hóast tøk grundstykki í kommunini, hevur verið torført at selt tey

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2025-12-16 22:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sunda kommuna samtykti á býráðsfundi mánakvøldið at áseta nýggjan prís fyri byggibúgvin og ikki byggibúgvin grundstykkir.

Hóast Sunda kommuna hevur havt tøk grundstykkir, so hevur seinastu árini verið torført at selt grundstykkini.

- Kommunan vil gera sítt til at fáa borgarar til økið, og at framtíðartryggja møguleikan hjá ungu borgarunum í kommununi at seta føtur undir egið borð, verður sagt.

Býráðið samtykti tí, eftir tilmæli frá umsitingini, at lækka prísin á grundstykkjum í kommununi munandi. Byggibúgvin grundstykki eru 300 krónur lægri fyri fermeturin og kosta nú 495 kr./m2. Ikki byggibúgvin grundstykkir eru lækkað við 50 krónum fyri fermeturin og kosta nú 150 kr./m2.

Øll tøk grundstykkir hjá kommununi verða lýst alment til sølu fyri nýggju ásettu prísirnar á heimasíðuni hjá kommununi og hjá skyn.fo tann 5. januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder