Innanlands

Sunda kommuna vann sakarmál móti Mentamálaráðnum

Í dag fall dómur í Føroya Rætti í málinum um skúlabygnaðin í Sunda kommunu.

Nýggi skúlin við Streymin (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Nýggi skúlin við Streymin (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-01-07 16:01 Author image
Ingi Samuelsen

Mentamálaráðið er dømt at viðurkenna, at fólkaskúlarnir í Hósvík og Hvalvík verða skipaðir soleiðis, at skúlarnir hava hvør sína sjálvstøðugu leiðslu og skúlastýri, og at undirvísingin umfatar 1. til 3. flokk.

Soleiðis skrivar heimasíðan hjá Sunda kommunu eftir at dómur í dag fall í eini ósemju millum kommununa og Mentamálaráðið.

Málið snúðið seg um skúlabygnaðin hjá Sunda kommunu. Nýggi skúlabygnaðurin hjá kommununi varð 9. juli 2015 endaliga góðkendur av Mentamálaráðnum. Seinni varð góðkenningin tikin aftur. Kommunan góðtók ikki hetta, og valdi tí at stevna Mentamálaráðnum og hevur nú fingið viðhald.

Mentamálaráðið skal rinda kommununi sakarmálskostnað uppá kr. 125.180. 

Sunda kommuna hevur samtykt at skipa skúlabygnaðinum soleiðis, at skúlarnir í Hósvík og Hvalvík hava innskúling við 1. til 3. flokki, meðan Skúlin við Streymin hevur 1. til 10. flokk. Byggingin av nýggjum skúla við ítróttarhøll við Streymin er í samsvari við skúlabygnaðin, sum varð góðkendur í 2015. Við dóminum er staðfest, at kommunan kann skipa undirvísingina sum ætlað, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald