Innanlands

Sunda Kommuna: Vit ynskja ikki at økja um ferðafólkatalið í kommununi

Hóast Sunda Kommuna ikki ynskir at ferðafólkatalið í kommununi skal økjast í bræðið, verður ókeypis skeið i kundatænastu til ferðafólk boðið borgarunum um vikuskiftið.

Undirvísing í góðari kundatænastu í Hósvíkar Skúla

Undirvísing í góðari kundatænastu í Hósvíkar Skúla

2019-01-26 15:35 Author image
Elisa Vang
placeholder

Alsamt vaksandi ferðafólkatalið í Føroyum merkist eisini í Sundalagnum, tað sigur Noomi Káradóttir Rasmussen, trivnaðarsamskipari hjá Sunda Kommunu, við Dagur.fo í dag.

Serliga eru tað smáplássini, so sum Saksun, Gjógv og Tjørnuvík, ið eru nógv vitjað. Hetta hevur so sjálvandi við sær, at ferðafólkini koyra og ganga gjøgnum størru bygdirnar í Kommununi fyr at koma til smaplássini. "Kommunan hevur jú millum vakrastu bygdirnar í landinum", sigur Noomi Rasmussen.

Spurd, hvørja ávirkan økta ferðafólkatalið hevur á Sundalgið, svarar hon, at nærum øll ferðafólkini koma somu støðini, omanfyrinevndu smápláss, og at tað alt ov ofta kemur fyri, at tey ganga har, tey ikki skulu. Hesum eru nógvir av borgararnum í kommuni ikki so glaðir fyri.

Sunda Kommuna skipar um vikuskiftið fyri ókeypis skeiði fyri borgarar í kommuni, sum á ein ella annan hátt veita tænastur til ferðafólk. Endamálið við skeiðnum er at læra veitarar í kommununi burðardygga veiting og eisini, hvussu ein fær mest burturúr.

 

[object Object]
Á myndini frá vinstru: Alda E. Magnussen frá Visit Faroe Islands, Annika Larsen Blask, samskipari, Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda Kommunu og Rebekka Danielsen, undirvísari


Noomi K. Rasmussen sigur, at hetta skeiðið skal brynja borgarar, sum longu hava virksemi, til ferðafólkastreymin. Hetta, bæði fyri at bøta um kundatænastu, men eisini, hvussu ein fær meira pengar burturúr, sum er. Haraftrat skulu skeiðsluttakaranir læra at gera sær greitt, hvat og hvussu nógv, mann kann bjóða. Talan kann millum annað vera um fólk, sum bjóða gongutúrar og líknandi. Har, sigur Noomi Rasmussen, eru summi ov tænastusinnaði. Við øðrum orðum, ein ov góð tænasta í mun til inntøku. Skeiðið er fullteknað við 25 luttakarum,"tað eru vit sera fegin um", sigur Noomi.

[object Object]
Skeið í góðari kundatænastu i Hósvíkar Skúla í dag, leygardag 26. januar

Men mótsatt nærum øllum øðrum kommunum Føroyum, arbeiðir Sunda Kommuna ikki fyri at økja um ferðafólkatalið. Vit brúka alla orku uppá at skipa tilboðini betri áðrenn", sigur Noomi, "millum annað almenn vesir, parkering, skelting og so framvegis". 

Í framtíðini fer kommunan helst at arbeiða fyri at økja um ferðafólkatalið, og tá kann hugsast at kunningarstovur og onnur turismutilboð verða stovnað. Men vit vilja heldur hava skipaði viðurskifti, enn fleiri ferðafólk", sigur Noomi K. Rasmussen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder