Innanlands

Sunda kommuna yvir 15% vøkstur í skattainntøku í januar og februar

Fyrstu tveir mánaðirnir eru frammanfyri fíggjarætlanina

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2019-03-04 11:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kommunuskattainntøkan hjá Sunda kommunu øktist 15,53% í januar og februar í ár.

Jaliga gongdin í skattainntøkuni heldur fram. Fyrstu tveir mánaðirnar í ár var persónsskattainntøkan kr. 11.500.154. Somu mánaðir í 2018 var inntøkan kr. 9.954.592. Tað er ein vøkstur uppá kr. 1.545.562 svarandi til 15,53%.

Í fíggjarætlanini fyri 2019 hevur kommunan roknað við eini persónsskattainntøku uppá kr. 64.850.000 ella kr. 5.404.167 um mánaðin. Tí kann staðfestast at fyrstu tveir mánaðirnir eru frammanfyri fíggjarætlanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder