Innanlands

Sundalagsstevnan í Hósvík byrjar í morgin

Ymisk tiltøk verða í bygdini, og fríggjakvøldið hevur Rógvi Nybo, býráðslimur, setanarrøðuna. Leygardagin er annar FM-kappróðurin í summar á skránni

Hósvík verður karmur um Sundalagsstevnuna 2023 - her er bygdin vertur fyri Regatta (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hósvík verður karmur um Sundalagsstevnuna 2023 - her er bygdin vertur fyri Regatta (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-14 13:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Onnur summarstevnan við kappróðri er á skránni um vikuskiftið í Hósvík, men hon byrjar í roynd og veru í morgin.

-Stevnan byrjar við hugnaligum tiltøkum í bygdini hóskvøldið 15. juni. Postarenning, andlitsmáling, liðkapping og góður matur verður at fáa.

Hesum boðar Sunda kommuna frá. Tað er eisini ein av býráðslimunum, sum heldur setanarrøðina á Sundalagsstevnuni fríggjakvøldið. Talan er um Rógva Nybo. Eftir tað verður diskotek fyri børn. 

FM-kappróðurin verður leygardagin klokkan 15.00 og sama dag er ymiskt annað fyri børn og vaksin, bæði á havnalagnum og heimi í bygdini, skrivar sunda.fo.

Hósvíkar Róðrarfelag og Bygdarfelagnum Varðin hava lagt stevnuna til rættis. Skráin fyri Sundalagsstevnuna 2023 sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder