Mentan

Súni Anthoniussen nýggjur leiðari í Atlantis

Hann tekur við starvinum eftir Beintu Gregersen sum hevur verið leiðari síðani 2018

(Mynd: Dávur Winther)

(Mynd: Dávur Winther)

2022-03-27 18:48 Author image
Dávur Winther
placeholder

Beinta Gregersen, sum hevur verið leiðari í Atlantis síðani 1. mei 2018, hevur ynskt at sleppa úr hesum starvi, tí hon hevur so nógv onnur jørn í eldinum.

Beinta er leiðari av Húsinum – har frítiðarvirksemi er hjá børnum frá 3. flokki og til og við 18 ár. Eisini hevur hon keypt seg inn í Alfa og tekst við nógv ymiskt annað.

Súni Anthoniussen er nú settur sum leiðari av Atlantis, og tekur hann við starvinum formelt 1. apríl. Hann fer at halda fram í sama sniði sum Beinta, sigur hann, tó at onkrar smærri broytingar verða – við onkurum serligum filmum og filmskvøldum, so eyðmerki eftir Súna eisini kunnu síggjast í Atlantis.

Eisini kundi kanska verið talan um onkra serliga kvøldsetu, har eldri myndir og filmir eru á skrá úr heimligum jørðildi, sigur ein áhugaður og fyrikomandi, Súni Anthoniussen.

Vitjanartalið hjá Atlantis hevur verið gott, men sjálvandi hava seinnu tvey árini verið buldraslig vegna sóttina.

Súni er 31 ára gamal og hevur eisini verið knýttur at Húsinum, samstundis sum hann lesur søgu á Fróðskaparsetrinum.

Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í grunninum, Mentanarhús í Klaksvík, sum Atlantis liggur undir, helt stuttar røður fyri Beintu og Súna í Atlantis seinnapartin, har tey eisini fingu blómur og gávur.

Vit biðja Suna vælkomnum og ynskja honum góða eydnu í hesum spennandi og týdningarmikla starvi, har Atlantis hevur stóran týdning fyri Klaksvík.

Í sama andadrátti takka vit Beintu fyri gott arbeiði, har tað fíggjarliga hevur verið tungt vegna serligu sóttarstøðuna, ið verið hevur, men tó hevur hon hórað undan, segði Jóhanna C. Christiansen m.a.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder