
Suni Justinussen hevur sum stjóri í JT Electric upp á stutta tíð vent gongdini í fyritøkuni frá einum undirskoti upp á 5 milliónir til slakar 18 milliónir krónur í avlopi í fjør.
Hetta hevur eydnast við nútímans leiðsluhátti, har hann strategiskt hevur fokusera virksemið í fyritøkuni, skipað leiðslubygnaðin á ein skynsamana hátt við nýggjum leiðslutoymi, og skapt eina framfýsna virkismentan við virðing fyri søguliga upprunanum.
Seinnapartin varð hann kosin ársins leiðari innan tað privata á Leiðaradegnum, sum Synergi skipaði fyri á Hotel Føroyum í dag.
Les eisini: JT Electric enn einaferð metúrslit
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald