Innanlands

SUNRISE á Dansibandsfestivalin í Vági

Dansibandsfestivalurin í Vági boðar frá, at bólkurin SUNRISE eisini fer at spæla á Dansibandsfestivalinum 3. og 4. mai

Dansibandsfestivalurin, har SUNRISE luttekur, verður Vági fyrst í mai

Dansibandsfestivalurin, har SUNRISE luttekur, verður Vági fyrst í mai

2019-02-24 12:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frammanundan er greitt, at norsku Gutta fra Scandinavia og Blátt Gras fara at spæla á Dansibandsfestivalinum í Vági í ár.

Bólkurin SUNRISE spælir góðan dansitónleik og gleða vit okkum til at fáa SUNRISE á pall á Dansibandsfestivalinum í Vági 2019.

Dansibandsfestivalurin bjóðar øllum dansi-áhugaðum til Vágs til dans fríggjakvøld og leygarkvøld, til konsert, syngið við, til brunsj og grillkvøld, til gongutúr í náttúruni, til dansibandsgudstænastu og ikki minst hugna og gestablídni í Vági.

Vikuskiftispass fáast til keyps á https://billett.fo/

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder