2025-12-02 09:59
Landsstýriskvinnan í barna- og útbúgvingarmálum, Súsanna Bertholdsen, hevur í dag biðið løgmann um at verða loyst úr starvi.
Hesum boðar Løgmansskrivstovan frá fyri løtu síðan.
Hetta hendir bara ein dag eftir, at Súsanna Bertholdsen tók við sum landsstýriskvinna í barna- og útbúgvarmálum.
Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum annars var vrakaður sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, og fór úr starvinum í gjár, verður endurtilnevndur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald