Mentan

Súsanna Olsen innleiðir "Rose" í Filmsfelagnum

Mikukvøldið 20. apríl fer forkvinnan í Sinnisbata at innleiða danska filmin "Rose" – Filmurin er ein sterk og hjartanemandi søga um sálarsjúku, familjusambond og kærleika, og um at einki er so einfalt, sum tað av fyrstan tíð sá út til

2022-04-14 18:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikukvøldið 20. apríl fer Filmsfelagið at vísa filmin "Rose". Tað verður Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, sum fer at innleiða sýningina.

Sinnisbati hevur 40 ár á baki, og í heyst verður Filmsfelagið 60 ár. Tá fer felagið at vísa fýra klassikarar úr savninum hjá Cinemateket í Keypmannahavn, m.a. ”One Flew Over the Cuckoo's Nest” hjá Milos Forman frá 1975.

Nýggi danski filmurin ”Rose” er ein ikki minni sterk og hjartanemandi søga um sálarsjúku, familjusambond og kærleika, og um at einki er so einfalt, sum tað av fyrstan tíð sá út til, skrivar Filmsfelagið í tíðindaskrivi.

[object Object]

Til París í bussi

– Nú koronastongsulin er av, droyma øll um at ferðast, ikki minst til søguríka franska høvuðsstaðin París. Saman við Sinnisbata fara vit í huganum hagar, tá Filmsfelagið vísir nýggja danska ummælararósta filmin ”Rose”. 

Vit eru í árinum 1997. Inger (Sofie Gråbøl), systurin Ellen (Lene Maria Christensen) og svágurin Vagn (Anders W. Berthelsen) fara við ferðafólkabussi úr Aalborg til París. So skjótt bussurin er komin út á motorvegin, sigur Inger øllum ferðafólkunum frá um sálarligu støðuna hon er í, og um tær avbjóðingar, hon hevur. Úrslitið er, at eingin av teim ferðandi fer at gloyma vikuferðina til býanna bý.

Orsøkin er, at Inger hevur eina fjalda dagsskrá, sum er at finna og vekja aftur eitt gamalt kærleikssamband, so skjótt París nærkast.

[object Object]

Mest persónligi filmur hjá Oplev

Ummælarar eru samdir um, at ”Rose” er hin mest persónligi filmurin hjá leikstjóranum Niels Arden Oplev, sum fyrr hevur gjørt ”Ser du månen, Daniel”, ”Mænd, der hader kvinder”, ”Drømmen”, ”Kapgang” og eisini sjónvarpsfilmar í USA.

Umframt Sofie Gråbøl og Lena Maria Christensen, síggja vit Anders W. Berthelsen, Søren Malling, Peter Gantzler og Karen-Lise Mynster í filminum ”Rose”.

Sýningin er almenn.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder