2018-10-23 07:38
Nú er veðrurin sum bleiv keyptur á Heystfagnaðinum á Eiði, flettur og komin at hanga. Hann vág 59 pund.
Talan var um ein vetur gamlan veðr, ið hevði gingið á Slættaratindi.
Teir ið keyptu veðrin eru ungir Eiðismenn sum kalla seg Svanareiðrið. Teir keyptu veðrin fyri einki minni enn kr. 16.500,00. Hetta svarar til ein kilo prís á áleið 560,00 kr.
Peningurin frá uppboðsøluni fór til Heystfagnaðin og teirra árliga tiltak.
Svanareiðrið hevur egna instagram síðu har fleiri myndir frá flettingini kunnu síggjast.
- Svanareiðrið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald