
Í sambandi við mentanarvikuna í Runavíkar kommunu varð aftur í ár skipað fyri skrivikapping, og fríggjadagin vórðu vinnararnir kunngjørdir.
Í ár skuldu skrivast monologar, og nærum 70 komu inn til kappingina.
Svanna Jákupsdóttir fekk fyrstu virðisløn fyri monologin "Stovnsrøkt", Eydna Skaale fekk aðru virðisløn fyri monologin "02-07", og Katrin Rannváardóttir Reistrup, sum hevði skrivað monologin "Spegl, spegl..." fekk serstaka virðisløn til ungt fólk.
– Tekstirnir vóru merktir av tí rúmsáttu allýsing, sum er fyri monologin, umboðandi bæði epikk og drama. Í summum førum er teksturin sum ein søga ella frásøgn við persónum og hendingum, í øðrum førum ein innanrøða um eitt eksistensielt evni ofta flættað saman við sálarsjúku ella tunglyndi, í uppaftur øðrum føri er talan um endurminningar lagdar í munnin á gomlum abba ella huldumanni, skrivar dómsnevndin m.a. um innkomnu tekstirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald