Innanlands

Svart.fo latið upp í dag

Á nýggju heimasíðuni ber til at upsenda egnar myndir og fáa tær prentaðar til at ramma inn

2018-07-06 10:14 Author image
Oda Strøm
placeholder

Nú er tað endiliga avdúkað, hvør tænasta tað er, sum heimasíðan svart.fo skal veita - hon selur prentlutir. 

Heimasíðan lat upp í morgun, og tað eru Ragnar Háskor og Bergur Enghamar, sum standa aftanfyri.

- Vit ynskja at gera tað einfaldari og bíligari at keypa prentlutir. Á svart.fo kanst tú uploada tínar egnu myndir, viðgera tær, velja stødd, pappír, rammu v.m. og bíleggja á síðuni. Síðani prenta vit hetta fyri teg, og annaðhvørt koyra tað til dyrnar ella tú heintar hjá okkum á Hjalla 35, siga teir báðir á heimasíðuni.

Á heimasíðuni verður sum skilst eisini møguligt at fáa prenta bannarar, roll-ups, tapet og annað. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder