Innanlands

Svav rúsin av sær eftir hending uttanfyri Sirkus

Ein persónur var til ampa í høvuðsstaðnum í gjárkvøldið, og verður viðkomandi skulsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar. Tveir bilførarar í Vági fingu klipp fyri ov høga ferð

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2024-09-04 09:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan er í løtuni í gongd við ymisk málrættað átøk. Eitt av teimum snýr seg um ferðslu og ferð, og ein patrulja var úti í Suðuroynni í gjár.

Tað var í Vági, at tveir bilførarar fingu klipp og bót fyri at koyra nakað yvir loyvdu hámarksferðina.

Vatkleiðarin á løgreglustøðini í Havn greiðir eisini frá, at ein persónur hevur sovið rúsin av sær á støðini í nátt. 

Talan er um eitt fólk, sum í gjárkvøldið var til ampa fyri onnur. Hetta var uttanfyri Sirkus í Vágsbotni, har viðkomandi millum annað stóð og rópti.

Løgreglan kom á staðið og tók persónin við sær á støðina. Viðkomandi var ávirkaður av rúsdrekka, hevur nú sovið rúsin av sær men verður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder