Leygarkvøldið 6. november hevur svenski sangarin og sangskrivarin Jenny Wilson konsert í Norðurlandahúsinum.
Síðan hon trein á pallin fyri fyrstu ferð í 2005, hevur hon vunnið virðislønir og altjóða viðurkenning fyri sítt nýskapandi ljóð og ikki minst fyri sínar djørvu tekstir. Tekstir, sum koma tætt inn at lívi hennara og millum annað siga frá neyðtøku, brótskrabba og tí at vera mamma.
1. oktober gav hon út sjeyndu útgávu sína, MÄSTERVERKET.
Men tað verður ikki bert Jenny Wilson, sum verður at hoyra hetta kvøldið. Tað verður nevniliga føroyski Horrse, sum fer at hita upp fyri hana, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.
25 ára gamli føroyski tónleikarin Ragnar Finsson hevur eina tónleikafortíð, ið breiður seg yvir nógvar greinar sum t.d. punk, jazz og blues. Í dag undir listanavninum Horrse, er hann kendur fyri at trína á pallin við sínum gitari og veita fólkatónleik við einari nýmótans tulking. Tey inniligu løgini bera ofta dám av sálarligum stríði og einari óró.
Seinasta staklagið hjá Horrse eitur “You’re a Ghost”, sum snýr seg um at sleppa teimum tingunum ið tyngja ein. Tað kann vera menniskju, støð ella partar av einum sjálvum.
Konsertin í Norðurlandahúsinum verður, sum áður nevnt, 6. november, klokkan 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald