2018-10-18 23:52
Sverri Hansen hevur boðað landsstýriskvinnununi í fíggjarmálum frá, at hann ikki longur er partur av Búskaparráðnum.
Tað skrivar vp.fo í kvøld.
Hann sigur við vp.fo, at ráðið hevur eina týdningarmikla uppgávu, og hann heldur at hon skal røkjast av royndum fólkum.
Sverri Hansen hevur verið formaður síðani 2013, og hevði annars tvey ár eftir sum formaður.
Umframt Sverra Hansen, sum hevur sitið í Búskaparráðnum sita Djóni Højgaard og Ester Hansen eisini í ráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald