2019-03-16 16:06

Tað var seinnapartin í gjár, at MRCC fekk boð um, at ein bátur, sum var staddur vestanfyri Sandoynna, hevði fingið maskintrupulleikar, og hevði tí brúk fyri hjálp.
Tí varð avgerð tikin um at senda bjargingarbátin Sverra, sum lá á Miðvági, eftir honum.
Sverri fór av Miðvági um 16-tíðina, og tað eydnaðist honum at sleipa bátin til Skopunar í øllum góðum, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.
Ein maður var umborð á bátinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald