”The running pastor” eitur ein hugtakandi stuttfilmur, sum í gjár varð lagdur út á netið.
Tað er leikstjórin Tim Kemple, sum hevur verið í Føroyum og gjørt filmin við Sverra Steinhólm, sum greiðir frá føroysku mentanini, kristnitrúnni, og hvussu hann finnur styrki við at renna í føroysku náttúruni.
Filmurin er á tremur av undurføgrum myndum av føroysku náttúruni, tiknar á vetrartíð, tí frost og eitt sindur av kava forðar eftir øllum at døma ikki sóknar-, hospitals- og fongsulsprestinum í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi at fara ein túr upp í brattastu brekkur og hægstu fjallatromir at renna.
Camp4 Collective hevur latið filmin framleiða saman við fyritøkuni Merrell.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald