Øll, sum duga væl at svimja og eru eldri enn trettan ár, eru vælkomin at svimja við.
Lopið verður útí á Skála, og skjóttgangandi bátar fylgja við svimjarunum yvir á Skipanes, inn í bátahylin undir Gøtueiði. Talan er um ein tein, sum er millum 1,2 og 1,3 kilometrar langur.
Áðrenn svimjararnir loypa á bláman, kunnu teir skifta á Skála, og klokkan 10.45 verða luttakararnir koyrdir oman á startin. Bussur koyrir síðani klæðini í neystið hjá kappróðrarfelagnum Niðri á Støð á Glyvrum, har til ber at lata seg í aftur.
Niðri á Støð á Glyvrum verður súpan at fáa, og har verður eisini ferðasteypið handað vinnaranum.
Skjóttgangandi bátar hjá bjargingarfelagnum tryggja, at svimjararnir koma trygt fram.
Umframt aldursmarkið á trettan ár, er eisini neyðugt at hava vátdrakt at svimja í.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald