2026-01-08 17:15
Leygardagin 10. januar kl. 9.00 letur nýggja svimjihøllin í Bylgjuni upp fyri almennari svimjing. Tá fáa borgarar í Runavíkar kommunu og vitjandi úr øllum landinum fyri fyrstu ferð høvi at royna nýggju og stásiligu svimjihøllina.
Millum jól og nýggjár var móttøka fyri nýggju svimjihøllini í Bylgjuni og nú leygardagin letur upp fyri almennari svimjing.
Hetta fyrsta vikuskiftið verður opið leygaraign frá klokkan 9 til 15, og sunnudagin frá klokkan 10 til 15.
Til ber eisini at keypa sær atgongd til vælveruøkið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald