2023-02-16 12:53

Tað hendir nógv ymiskt í svimjihøllini í Gundadli, sum verður dagførd við millum annað einum langhyli.
Nú boðar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari frá, at svimjihøllin í Gundadali stongd verður stongd í samanlagt fýra dagar restina av februar.
Hetta er í sambandi við arbeiðið at binda høllina saman við nýggja langhylin, sum er í gerð.
Sambært torshavn.fo, er svimjihøllin er stongd mánadagin 20. februar, týsdagin 21. februar, mánadagin 27. februar og týsdagin 28. februar.
Langhylurin í Gundadali verður langhylur nummar tvey í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald