Uttanlands

Svøríki: Fyrireika fongsulsdeildir til 13 ára gomul børn

Kriminelli lógaldurin í Svøríki lækkar eftir ætlan úr 15 niður í 13 ár næsta summar

Svenski løgmálaráðharrin, Gunnar Strömmer (Mynd: EPA)

Svenski løgmálaráðharrin, Gunnar Strömmer (Mynd: EPA)

2025-10-27 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svenska kriminalforsorgin skal fyrireika serligar fongsulsdeildir til 13 og 14 ára gomul brotsfólk. Hesar deildir skulu standa klárar um alt landið næsta summar, har kriminelli lógaldurin eftir ætlan lækkar úr 15 niður í 13 ár, skrivar Ritzau.

Sambært svenska løgmálaráðharranum, Gunnar Strömmer, skal kriminalforsorgin í fyrstu atløgu fyrireika umleið 100 til 150 fongsulspláss til heilt ung brotsfólk í aldrinum 13 til 17 ár.

Tað var í september, at svenska stjórnin saman við Sverigedemokraterna mælti til at lækka lógaldurin. Sambært lógaruppskotinum verður hetta í fyrstu atløgu gjørt í fimm ár.

Hetta er eitt av fleiri átøkum móti skipaum brotsverkum, sum skal vera galdandi fyri álvarsom brotsverk sum dráp.

Skipað brotsverk er, sambært stjórnini ein av størstu samfelagstrupulleikunum í Svøríki, og tey børnini, sum fremja brotsverk verða yngri og yngri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder