
Vónbjørt Vang og yrkingasavn hennara “Svørt Orkidé”, sum í fjør fekk bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens, er nú eisini innstillað til størsta bókmentaheiður í Norðurlondum, Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Tað varð kunngjørt fyrrapartin.
Um innstillingina verður sagt um Vónbjørt Vang, at hon er ein áhugaverd rødd á føroyska bókmentapallinum. Hon hevur fyrr givið út yrkingar og stuttsøgur í bókum ot tíðarritum. Fyrsta yrkingasavn hennara, “Millumlendingar” kom í 2011 og í 2017 kom yrkingasavnið “Djúpini”.
Tekstirnir kanna djúp menniskjalig sambond og ofta eisini, hvussu hesi eru forankrað í tíð og stað. Saman við “Svørt orkidé” kom “Úr loggbókunum”, sum setir orð á skrivigongd høvundans á ein persónligan, hugleiðandi og skaldsligan hátt, verður sagt í innstillingini.
Hini tilnevndu eru:
Danmark: “Dødebogsblade”, dagbókaskaldsøga eftir Madame Nielsen og “Insula”, skaldsøga eftir Thomas Boberg.
Finnland: “Rusetti”, skaldsøga eftir Anu Kaaja og “Min psykiater”, skaldsøga eftir Milja Sarkola.
Grønland: “Qaamarngup taartullu akisugunneri”, skaldsøga eftir Lisathe Møller
Ísland: “Náttúrulögmálin” skaldsøga eftir Eiriki Örn Norðdahl og “Armeló”, skaldsøga eftir Þordís Helgadóttir.
Noreg: “Under brosteinen, stranden!”, skaldsøga eftir Johan Harstad og “I vårt sted”, sjónleikur eftir Arne Lygre.
Samiska økið: “Goatnelle”, skaldsøga eftir Jalvvi Niillas Holmberg.
Svøríki: “Rubicon/Issos/Troja” yrkingasavn eftir Lotta Lotass og “Händelsboken” skaldsøga eftir Andrzej Tichý.
Áland: “Marconirummet”, yrkingasavn eftir Carina Karlsson.
Vinnarin verður kunngjørdur 21. oktober í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum í Stockholm. Vinningurin er 300.000 danskar krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald