Mentan

Swangah við gyltari bókaútgávu

Tekstasavn við myndum frá 13 listafólkum er prentað í einans 367 eintøkum

Swangah á Summarfestivalinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Swangah á Summarfestivalinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-12-14 08:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rappbólkurin Swangah hevur givið út sína fyrstu bókaútgávu.

Talan er um eitt listaligt yrkingarsavn í innbundnum hardcover-formati á 78 síður, sum inniheldur allar 13 sangtekstirnar á fyrstu fløguni hjá bólkinum, “Belials Synir

13 føroysk listafólk hava prýtt bókina við síni egnu tulking av kendu sangtekstunum, og opna tí upp fyri einari nýggjari og øðrvísi uppliving av tekstunum.

Her ímillum “Frá Bygd Til Bý, Millumfingurrapp, Gentan Er Farlig, Á Kantinum og fleiri.

Listafólkini eru:
Bárður Oskarsson
Bárður Dal Christiansen
Bjørk J. Tróndheim
Høgni J. Mohr
Charlotta Ingolfsdóttir
Laura Gunnváardóttir
Elian Jónsson
Allan Korsager Davidsen
Kjartan Magnussen
Bárður Fríi Mikladal
Jan Nystrøm
/TRÖDL/
Edward Fuglø

Bókin inniheldur eisini fleiri vitnisburðir, har føroyingar hugleiða um Swangah, umframt myndir frá seinastu 10 árunum.

Høvundar eru Steen Rói Lorenzen, Ragnar Davidsen, Cren og Bjartur René Nielsen. Lagt til rættis hevur Eyðun Müller Thomsen. 

Einans 367 bøkur eru prentaðar, og tær eru allar persónliga talmerktar og signeraðar av Swangah og fáast í bókasølum kring landið.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder