Uttanlands

Swift-konsertir avlýstar vegna yvirgangshóttan

Skuldi havt sungið fyri 65.000 fólkum í Wien í kvøld og aftur fríggja- og leygarkvøldið

Amerikanska poppstjørnan Taylor Swift, avmyndað á konsert í Milano fyrr í summar (Mynd: EPA)

Amerikanska poppstjørnan Taylor Swift, avmyndað á konsert í Milano fyrr í summar (Mynd: EPA)

2024-08-08 07:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanska poppstjørnan, Taylor Swift, hevur avlýst tríggjar stórar konsertir, sum hon skuldi halda í eysturríkska høvuðsstaðnum, Wien, hesa vikuna. Orsøkin er ein ætlað yvirgangsatsókn, ið varð avdúkað í gjár.

Eysturríkska løgreglan hevur handtikið tveir persónar, sum eru undir illgruna fyri at hava fyrireikað yvirgangsatsókn móti einari av konsertunum hjá Taylor Swift í Wien.

Ein 19 ára gamal drongur, IS-viðhaldsfólk og eysturríkskur ríkisborgari, er undir illgruna fyri at standa aftan fyri ætlanirnar.

Hann varð handtikin í býnum Ternitz, nakað uttan fyri høvuðsstaðin. Løgreglan fann kemisk evni heima hjá viðkomandi.

Eisini ein annar er undir illgruna fyri at standa aftan fyri yvirgangsatsíknirnar. Í báðum førum er talan um dreingir, sum eru vorðnir radikaliseraðir á netinum, sigur løgreglan.

- Sambært illgrunanum um ætlaða yvirgangsatsókn móti Ernst Happel Stadion hava vit ikki annað val enn at avlýsa allar tríggjar konsertirnar av trygdarávum, skriva fyririkararnir av konsertunum, Barracuda Music, á Instagram.

Sluppu undan sorgarleiki

Konsertirnar í Wien skuldu havt verið í kvøld, annaðkvøld og leygarkvøldið. Roknað var við umleið 65.000 fólkum til hvørja av konsertunum, umframt kanska 15.000 fólk uttan atgongumerki, sum fóru at savnast uttan fyri leikvøllin, har konsertirnar skuldu haldast, upplýsir løgreglan.

Eysturríkski samveldiskanslarin, Karl Nehammer, sigur, at avlýsingarnar eru eitt vónbrot, men staðfestir at avgerðin varð tikin fyri at tryggja fólk.

- Hóttanin varð uppdagað í góðari tíð, og vit sluppu undan einum sorgarleiki, skrivar kanslarin á X.

Taylor Swift hevur ferðast kring allan heimin á hesi konsertferðini, kallað “The Eras Tour”. Konsertirnar hava savnað ovurstórar mongdir av fólkum.

Taylor Swift sjálv hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til hendingarnar í Eysturríki, skrivar finska kringvarpið, Yle. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder