
Verdi Requiem
Áðrenn italska tónaskaldið, Giuseppe Verdi, fylti 60 ár, var lítið, sum bendi á, at hann fór at skriva eina av heimsins mest dramatisku deyðsmessum. Hann skal enntá hava sagt: “Har eru so nógvar deyðsmessur, hví skuldi eg skriva eina afturat?”
Men ætlanir broytast. Tá Verdi var 55 ára gamal, doyði stóra fyrimynd hansara, Gioacchino Rossini. Verdi og onnur italiensk tónaskald fóru í holt við at skriva eina felags deyðsmessu til minnis um Rossini, har Verdi skrivaði seinasta satsin, ‘Libera me’.
Verkið varð ongantíð framført. Fimm ár seinni doyði yrkjarin Alessandro Manzoni, ein onnur stór fyrimynd. Verdi skrivaði, nú 60 ára gamal, eina deyðsmessu fyri Manzoni.
Í 1874 varð Requiem frumframført í Markuskirkjuni í Milano, og fáar dagar seinni í La Scala. Verkið fekk framúr móttøku, og varð framført kring heimin, í New York, London, Paris, Argentina og Egyptalandi.
Verdi skapaði eina stórsligna og inniliga deyðsmessu, men pávin bannaði seinni tónleiki við orkestri og kvinnuligum solistum í katólsku kirkjuni. Í 1902, tvey ár eftir deyða Verdis, legði katólska kirkjan verkið í søguliga gloymsku, har tað lá í tríati ár. Í 1939 reis verkið upp aftur, varð innspælt og hevur síðani verið framført í konserthøllum um allan heim.
Sopran: Agnes Thorsteins, Ísland
Agnes Thorsteins, úr Íslandi, hevur útbúgving frá Universität für Musik und darstellende Kunst í Wien, har hon hevur lisið hjá fremstu professarum. Hon hevur eisini luttikið í masterclass hjá framúr solistum sum Anne Sofie von Otter og Dame Kiri Te Kanawa.
Agnes framførir regluliga í størstu konserthøllunum í Europa.
Mezzosopran: Emma Sventelius, Svøríki
Emma Sventelius, úr Lund í Svøríki, hevur bachelor frá Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn og tók sítt prógv í Wien. Hon fekk sín fyrsta altjóða leiklut sum Suzuki í ‘Madame Butterfly’ á Deutsche Oper am Rhein.
Tenor: Bror Magnus Tødenes, Noreg
Norski tenorurin, Bror Magnus Tødenes, er ein av mest gávaðu sangúrmælingunum í Skandinavia. Hann hevur framført á Wiener Staatsoper og fleiri leiðandi operahúsum. Í 2015 vann hann bæði fyrsta plássið og áhoyraraprísin í Renata Tebaldi-kappingini.
Bassur: Zaza Gagua, Georgia
Zaza Gagua, úr Tbilisi í Georgia, byrjaði sum løgfrøðilesandi, men valdi síðan tónleikin.
Hann hevur útbúgving frá Tbilisi State Conservatory, og hevur lisið í Helsinki og Stokkhólmi. Nú starvast hann á Staatstheater Darmstadt í Týsklandi.
Dirigentur: Tobias Ringbert, Svøríki
Tobias Ringborg er eins vandur á dirigentpodiinum, sum violinistur. Hansara yrkisleið byrjaði í 1994 tá hann, sum violinistur, vann svenska solistprísin. Seinni sama ár tók hann prógv frá Royal College of Music i Stockholm. Síðan fór hann til Juilliard School í New York, har hann tók prógv í 1996.
Tobias Ringborg hevur m.a. fingið Herbert Blomstedt-virðislønina frá Kongaliga Svenska Musikkonservatoriinum og er hann ein sera umbiðin dirigentur í norðurlondum.
Várkonsertin við Verdi Requiem verður framført í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 15. mars kl. 19.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald