Mentan

Syngjandi pappírsklipp til Bernhard Wilkinson

Í gjár var hátíðarhald í Tórshavnar Musikkskúla í sambandi við 70 ára føðingardagin hjá tónleikaraleiðaranum

Bernharður Wilkinson (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Bernharður Wilkinson (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-03-15 16:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð 70 ára føðingardagurin hjá Bernhardi Wilkinson hátíðarhaldin í Tórshavnar Musikkskúla.

Á skránni vóru fleiri røður og tónleikur. Røðan, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri helt í gjár, kann lesast her.

Eisini fekk tónleikaleiðari og stjórnarin eina serliga gávu frá Tórshavnar kommunu. Undir hátíðarhaldinum handaði Heðin Mortensen Bernhardi Wilkinson eitt pappírsklipp, sum listakvinnan Astrid Andreasen hevði evnað til.

Hugskotið til myndina kom, tá ið listakvinnan fekk uppgávuna at listprýða nýggja skúlan. Tá var starin hennara fyrsti tanki. Hesin fuglurin, sum er ein góður sangari og eisini dugir væl at herma eftir ymiskum ljóðum – ella ljóðførum, skrivar Tórshavnar kommuna.

[object Object](Mynd: Tórshavnar kommuna)

- Mangan síggjast fleiri hundrað starar í einum - á húsatekjum ella í trøum. Teir minna allarmest um eitt symfoniorkestur. Á myndini, ið eg havi gjørt, sæst tó bara orkesturleiðarin, sigur Astrid Andreasen um myndina.

Føroyski starin, sturnus vulgaris faroensis, er sermerktur á tann hátt, at hann er størri enn starar í grannalondunum.

- Ólíkt staranum í okkara grannalondum, har hann er flytifuglur, so er okkara stari støðufuglur, t.v.s. at hann býr her alt árið. Starin er eisini rættiliga lokalur og syngur ymiskt frá bygd til bygd. Ja, hann sigur enntá Ei í Havn og Ó í Klaksvík. Mangan spyrja útlendskir gestir, hvør tað er, sum situr og syngur á hávetri. Tað er sjálvandi starin. Hetta hava tey ikki hoyrt áður, leggur listakvinnan aftrat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder