Innanlands

Syrgilig vanlukka: Løgreglan lagt málið í dvala

Ógreitt er, hví ein maður fór fyri borð á Norrønu leygarkvøldið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-01 19:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kanningar eru gjørdar og avhoyringar. Talan var um eina syrgiliga vanlukku, sigur løgreglan. Málið er lagt í dvala til maðurin møguliga verður funnin.

Tað visti Dagur og vika í kvøld at siga um vanlukkuna á Norrønu leygarkvøldð.

Tað er framvegis ógreitt hví maðurin, sum var føroyingur, fór fyri borð á Norrønu leygarkvøldið. Hetta var meðan Norrøna var á veg úr Danmark til Føroya.

Leiting varð sett í verk, men maðurin varð ikki funnin.

Maðurin fór fyri borð av dekki sjey, har sum hitapottarnir eru.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder