
Í Sýria er eitt ráð nú sett at orða eina nýggja stýrisskipan, sum skal slóða fyri skiftinum til fólkaræði, boðar virkandi sýriski forsetin, Ahmed al-Sharaa frá um vikuskiftið.
Í ráðnum, sum sambært forsetanum er sett saman av serfrøðingum, eru sjey limir - seks menn og ein kvinna. Ráðið fer at handa forsetanum eitt uppskot til sýriskipan, men eingin tíðarfreist er upplýst, skriva tíðindastovurnar Ritzau og AFP.
Virkandi forsetin, Ahmed al-Sharaa hevur staðið á odda fyri uppreistrarbólkinum Hayat Tahrir al-Sham (HTS), sum spældi ein stóran leiklut í uppreistrinum móti Assad-stýrinum, sum í desember fór í søguna, eftir at uppreistrarbólkar tóku høvuðsstaðin Damaskus, og fyrrverandi forsetin, Bashar al-Assad mátti flýggja av landinum. Nú verður arbeitt við at byggja landið uppaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald