
Sýria fer væntandi at hava tjóðartingsval millum 15. og 20. september, sigur stjórin fyri sýrisku valmyndugleikarnar, Mohamed Taha.
Hetta verður fyrsta valið í Sýria, síðan Bashar al-Assad varð koyrdur frá sum forseti í desember 2024 av uppreistrarbólkinum Hayat Tahrir al-Sham (HTS). HTS-leiðarin, Ahmed al-Sharaa varð settur sum fyribils forseti eftir Assad.
Sambært Ritzau er lógaruppskot ávegis um at hækka talið á sessum í tjóðartinginum úr 150 upp í 210. Sambært lógini skal ein triðingur av tjóðartinginum veljast av forsetanum.
Nýggjar sýriska stjórnin hevur áður lovað, at komandi tjóðartingið fer at hava breiða umboðan. Eisini hevur núverandi forsetin boðað frá, at útlendskir valeygleiðarar sleppa at eygleiða valnevndirnar, sum hava eftirlit við valinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald