Uttanlands

Sýriski forsetin vitjar í USA

Mánadagin skal Ahmed al-Sharaa hitta Donald Trump í Hvítu Húsunum

Ahmed al-Sharaa, forseti í Sýria (Mynd: EPA)

Ahmed al-Sharaa, forseti í Sýria (Mynd: EPA)

2025-11-09 12:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sýriski forsetin, Ahmed al-Sharaa er í løtuni í USA, har hann skal hitta amerikanska forsetan, Donald Trump.

Fundurin við Trump verður eftir ætlan í Hvítu Húsunum í Washington D.C. mánadagin. Sambært greinarum er talan um fyrstu ferð, at ein syriskur forseti er á almennari vitjan í USA, síðan Sýria gjørdist sjálvstøðugt í 1946, skrivar Ritzau.

Trump og Al-Sharaa hittust fyrstu ferð í saudiarabiska høvuðsstaðnum Riyadh, har Trump vitjaði í mai.

Ahmed al-Sharaa hevur staðið á odda fyri uppreistrarbólkinum Hayat Tahrir al-Sham, sum spældi ein stóran leiklut í uppreistrinum móti Assad-stýrinum, sum í desember í fjør fór í søguna.

Hósdagin samtykti ST-trygdarráðið at strika revsitiltøkini móti Ahmed al-Sharaa, og fríggjadagin tók USA formliga sýriska forsetan av amerikanska yvirgangslistanum.

– Hesi tiltøk verða gjørd sum viðurkenning av teimum framstigum, sum sýriska leiðslan hevur gjørt, eftir Bashar al-Assad fór frá, og eftir meira enn 50 ára kúgan undir Assad-stýrinum, sigur talsfólk hjá amerikanska uttanríkismálaráðnum.

Ein kelda í Sýria sigur, at USA hevur ætlanir um at seta á stovn eina herstøð nær sýriska høvuðsstaðin Damaskus. Hetta verður gjørt fyri at samskipa neyðhjálp og eygleiða støðuna millum Sýria og Ísrael.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder