Í sambandi við, at mikudagin 27. januar er altjóða Holocaustdagur, vísir Filmsfelagið týska familjufilmin "Als Hitler das rosa Kaninchen stahl".
Í filminum fylgja vit einum jødiskum húski, ið flýggjar undan nazistunum í Berlin, fyrst til Zürich, síðan til París og at enda til London.
Oscarvirðislønti leikstjórin, Caroline Link (f. 1964) hevur gjørt filmin úr skaldsøguni hjá kenda barnabókahøvundanum Judith Kerr (1923-2019), When Hitler Stole Pink Rabbit, frá 1972. Hetta var fyrsta søgan av trimum, har hon úr London segði størri børnum frá um egnar upplivingar undir krígnum.
Judith Kerr, rithøvundurin handan bókina
Judith Kerr var fødd í Berlin í Týsklandi, ella Weimar lýðveldinum, í 1923. Hon var av jødiskari ætt og í 1935, tá nazistarnir komu til, flutti húskið til Bretlands. Har gjørdist Judith kendur rithøvundur og seldi fleiri enn 10 millónir bøkur. Hon var 95 ára gomul, tá hon andaðist í London í 2019.
Høvuðspersónur í filminum er, eins og í bókini, 9 ára gamla Anna, sum ikki veit, hvør Hitler er. Hon er nógv spentari at ganga í skúla og at spæla við vinir. Tí heftir hon seg ikki við tey mongu Hitleruppsløg, sum bráddliga eru at síggja í býnum.
Men tá pápi hennara hvørvir, og tey øll rýma í loyndum úr Týsklandi, fær Anna varhugan av, at maðurin á uppsløgunum fer at broyta Evropa, og at lívið ongantíð aftur fer at verða sum fyrr.
Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald