Skúlablaðið/Jona Højsted: Talið av næmingum, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál, er vaksið munandi seinastu árini.
Vit flyta meiri enn vit hava gjørt, samstundis hevur føroyski arbeiðsmarknaðurin tørv á arbeiðsmegi, ið ikki er í landinum. Hetta ger, at fólk flyta til Føroya at arbeiða. Tá útlendingar, sum hava børn, koma til Føroyar at arbeiða, koma børnini í skúla her. Næmingar við øðrum móðurmáli enn føroyskt skulu eisini til próvtøku.
Í fólkaskúlanum eru próvtøkur ætlaðar at meta um fakliga vitan og førleikar hjá næmingum. Men hvat hendir, tá ein næmingur ikki dugir føroyskt nóg væl – og samstundis skal til próvtøku, kanska enntá á øðrum máli, sum t.d. enskum? Tá kann próvtøkan skjótt missa sítt endamál.
Ein serlig støða kann t.d. vera, tá næmingur fer upp í søgu, men próvtøkan verður hildin á enskum. Hetta kann tykjast sum ein loysn, men í veruleikanum skapar tað nýggjar avbjóðingar. Næmingurin skal ikki bara vísa sína søgufatan, men eisini megna at málbera seg á enskum – og samstundis skilja ein próvtøkukarm, sum ofta framvegis er á føroyskum. Talan verður sostatt um eina dupulta byrðu.
Samstundis stendur lærarin í eini torførari støðu. Søgu- ella náttúrulærarar eru ikki altíð útbúnir at fremja fakliga djúpa próvtøku á enskum. Tað kann gerast trupult at seta neyvar spurningar, fylgja upp við góðum kjaki ella skilja hugsanina í svarinum hjá næminginum. Úrslitið kann verða ein tynri próvtøka, har fakliga dýpdin ikki kemur til sín rætt.
Eisini metingin kann gerast ótrygg. Hvat er tað, vit í roynd og veru meta? Er tað søguførleikin hjá næminginum, enski málførleikin ella ein blanding av báðum? Vandin er stórur fyri, at málsligi førleikin fær ov stóran týdning, og at næmingar tí fáa eitt úrslit, sum ikki samsvarar við teirra fakligu vitan.
Fyri næmingin sjálvan kann hetta vera ein tung uppliving. Ein góður søgunæmingur kann enda við einum lágum próvtali – ikki tí hann ikki hevur skilt innihaldið, men málsliga eru hvørki næmingurin, lærarin ella próvdómarin nóg stinnir.
Skal próvtøkan vera rættvís, er neyðugt at hugsa øðrvísi. Fleiri loysnir kunnu hugsast: at loyva næmingum at svara á tí málinum, teir megna best, at tillaga próvtøkur til málstøðið hjá næminginum, ella at leggja størri dent á fakliga innihaldið fram um málsligar smálutir. Støðan gerst enn meira álvarsom, um næmingurin hevur eitt heilt annað móðurmál, sum eitt nú spanskt. Í slíkum førum er eingin veruligur møguleiki at taka próvtøku á tí málinum, og næmingurin verður tí noyddur at arbeiða á einum ella tveimum fremmandamálum samstundis. Hetta merkir, at próvtøkan í minni mun mátar fakliga vitan og í størri mun málsligar avmarkingar. Spurningurin er tí, um vit í hesum førum veruliga geva øllum næmingum somu møguleikar.
Eisini setir hetta stór krøv til læraran og próvdómaran. Teir skulu duga at skilja munin á málsligum og fakligum avbjóðingum og meta næmingin út frá tí, hann ítøkiliga dugir í fakinum. Tað kann vera ein stór avbjóðing hjá føroyskum lærarum at skilja ímillum fakligar og málsligar villur, um eitt nú næmingurin sjálvur ikki er stinnur í tí málinum, próvtøkan er á. Samstundis skal lærarin megna at føra eina fakliga samrøðu á einum máli, sum ikki er hansara egna arbeiðsmál. Hetta ger próvtøkuna meira krevjandi og økir um vandan fyri ójavnvág í metingini.
Endamálið eigur altíð at vera at vísa, hvat næmingurin dugir í fakinum og ikki, hvussu væl hann dugir eitt ella fleiri ávís mál. Kortini mugu vit ásanna, at hetta ikki bara ein avbjóðing hjá næminginum, um hann ikki er nóg stinnur í føroyskum, tá próvtøkutíðin nærkast. Tað setir sanniliga eisini høg krøv til lærara og próvdómara, um vit skulu náa einum rættvísum próvtali. Kanska er tíðin komin, at vit seta okkum verulig mál fyri, hvussu próvtøkur eiga at fara fram, um næmingurin ikki er nóg stinnur í føroyskum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald