Tá amerikanska poppstjørnan, Taylor Swift, kemur við einum boðskapi, so lurta fjepparar hennara.
Í gjár, eftir sjónvarpskjakið millum forsetavalevnini, legði poppstjørnan út eina dagføring á Instagram, har hon greiddi frá, at hon hevur tikið støðu til hvønn hon fer at velja. Hon heitti ikki beinleiðis á sínar fylgjarar um eisini at velja Kamalu Harris, men heitti á tey um at lata seg skráseta, so at tey eisini kunnu velja.
Taylor Swift legði út eitt leinki til almennu síðuna, har ein kann lata seg skráseta. Ikki færri enn 337.826 trýstu á leinkið. Tað skrivar amerikanski miðilin CBS News.
Taylor Swift hevur yvir 284 milliónir fólk, sum fylgja við, hvat hon leggur út á Instagram.
Eisini fyri einum ári síðani heitti hon á sínar fylgjarar um at lata seg skráseta. Tá skrásettu 35.000 amerikanarar seg, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald