Mentan

Tað besta Føroyar hava at bjóða

Eivør staðfestir sína støðu við ”Segl”-fløguni – og har er ongin omanfyri

2020-09-18 09:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er stóri útgávudagur í dag. Og spurningurin, vit kunnu seta okkum, er, um tað nakrantíð fyrr hevur verið ein so stórur útgávudagur í Føroyum.

37 ára gamla Eivør Pálsdóttir, songfuglurin úr Syðrugøtu, gevur í dag sína níggjundu útgávu. Tónleikurin á ”Segl” er hugtakandi eins og Eivør sjálv hevur verið, síðan hon traðkaði fram á tónleikapallin á fyrsta sinni sum ungur tannáringur fyri yvir 20 árum síðani.

Aðalroyndin lovar gott
Í kvøld fáa nøkur fá heppin – tey, ið lukkaðust at ogna sær atgongumerki til Norðurlandahúsið – høvi at hoyra útgávukonsertina. Premieruna. Um vikuskifti sleppa nøkur tandur afturat – hundrað hvørja ferð – tá útgávukonsertin verður endurtikin tvær ferðir leygardagin og eina ferð sunnudagin.

Í gjár vóru nøkur, yours truly inclusive, so heppin at uppliva aðalroyndina í høllini í Norðurlandahúsinum.

Eg ivist onga løtu í, at hetta er ein týðandi útgáva, tí við ’Segl’ staðfestir Eivør sítt pláss sum ein varði í føroyskari tónleika- og mentanarsøgu. Og eg tori at siga, at ongin er omanfyri og ongin er undir liðini á Eivør.

Funnið røttu skógvarnar
Um Eivør endiliga er komin upp á pláss – hevur funnið sína røttu hill ella skógvarnar sum passa, ber ongantíð til at siga. Hetta gávuríka menniskja er alla tíðina í eini menning, men givið er, at hon onkusvegna er komin upp á pláss – bæði sum útinnandi listafólk, tónasmiður, mentanarlig persónligheit og sum sangari. Hetta seinasta – sanggávurnr – nýtist henni ikki at prógva longur. Tað hava vit vitað leingi. Men enn einaferð prógvar Eivør, at hon dugir at gagnnýta sínar teknikkir við røddini út í tað ekstrema. Úttrykkini eru so nógv, at ein undrast yvir, at so nógv ljóð, so nógvir litir av tónum, kunnu rúmast í einum og sama barka.

Á Segl eru 12 nýskrivað løg. 9 á enskum og trý á føroyskum. Nøkur teirra, útgivin sum stakløg, hava vit hoyrt í eina tíð. Eivør hevur sjálv skrivað allan tónleikin, oftast í samstarvi við onnur. Hjúnafelagin, Tróndur Bogason, eigur ein sín part í fleiri av sangunum, eins og Eivør í sínum skapanarligu tilgongd eisini hevur leitað sær samstarv við fleiri aðrar altjóða kollegar.

Lena Anderssen hevur verið við til at skriva orðini á nøkrum av sangunum og Marjun Syderbø Kjælnes er høvundur til teir føroysku tekstirnar.

Elektrónikkur
Í tónastíli er tað elektronikkurin, sum í stóran mun verður tikin í brúk. Til rútmur og botn í tónleikinum, men eisini til at geva røddini serligar effektir. Hugtakandi er tað, hóast tað fyri áhoyraran er trupult at fata nær tónleikurin verður spældur ’her og nú’ og nær hann kemur úr einum forriti í onkrari teldu. Men soleiðis er tóleikur nú einaferð í dag...

Í mun til tá Eivør fyri eftirhondini fimm árum síðan spældi burtur úr undanfarnu fløgu síni, hevur verið ein útskifting í liðinum, sum spælir undir hjá Eivør.

Sera dugnaligi Mikal Blak er framvegis maðurin við bassinum, hóast hann minst líka so nógv spælir upp á elektronisk tangentljóðføri nú. Handan trummurnar situr rútmumaskinan Per Ingvaldur Højgaard Petersen, sum er komin í staðin fyri Høgna Lisberg, og við tangentarnar situr nú koncertpianisturin Mathias Kapnas, ið sanniliga dugir meira enn at spæla skalar og Chopin upp á flygil. Og Kapnas spælir sær heldur ikki bara við telduskaptum synt-ljóðum, men fær eisini høvi at vísa sítt talent á Steinway-flyglinum í nøkrum stillum passasjum í tónleikinum, ið annars mest er elektroniskur.

Men Eivør-konsertin er meira enn flottur sangur og tónar framførdir av landsins dugnaligastu tónleikarum. Eivør er so nógv meira enn tað. Tað eru litirnir, flotta ljósseting, perfekta ljóðið og vinsæla aura Eivarar.

Hon er tað nærmast eini føroyskari heimsstjørnu, sum vit, ið búleikast í Føroyum í hesum døgum, nakrantíð koma at uppliva. 

Myndirnar eru tiknar av sosialu vangunum hjá Eivør

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder