Innanlands

Tað bleiv til nøkur kók til stovnarnar

Sjey springarar løgdu beinini í Skálafirði í dag

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-05-29 13:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Stór grind var í Havn í morgun, har 136 hvalir løgdu beinini. Áðrenn grindin varð rikin inn á Sandagerð vóru nakrir springarar uppi í bólkinum. Springararnir vórðu sáldaðir frá, og hesi vórðu beindir inn á Skálafjørð.

Men á Skálafirði sluppu teir flestu springararnir. Jacob Vestergaard, sýslumaður sigur, at har vóru nógvir springarar í fleiri bólkum í byrjanini. Bátarnir mettu at teir høvdu eini 40 springarar við sær inneftir. Men hesir sluppu so hvørt undan, og tá komið varð á sandin í Skálafirði vóru einans sjey springarar eftir.

- Har vóru nøkur fá fólk og tóku ímóti, men av tí at tað einans vóru sjey springarar, so var vónleyst at býta. Tí bleiv tað til eitt kók til teir stovnarnar í økinum, sum vilja hava, sigur Jacob Vestergaard.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder