Hann var úti av hotellinum í eitt samdøgur ella so, men hann yvirlivdi. Karl Weihe úr Sandavági luttekur í danska Paradise Hotel, sum sæst á Viaplay.
Sandavágsmaðurin hevur verið við frá byrjan, og hevur ikki verið í vanda. Ikki fyrr enn hesa vikuna, tá hann bleiv "dripin" av tveimum loyniligum "drápsfólkum" á hotellinum.
Hesi drápsfólkini eru Theis Horndrup og Christel Trubka, og at lúgva, tað duga tey betur enn nakar annar. Uttan stórvegis trupulleikar klára tey at lúgva seg í gjøgnum vikuna uttan at nakar hevur illgruna um, at tað er annar av teimum, sum er drápsfólk.
Karl Weihe og partnari hansara, Alberte Buhl, fáa bæði ein deyðskoss frá Theis og Christel meðan Rosa Hatting og Julie Marie Christensen komu í vanda, tí hinir gestirnir hildu, at tær vóru drápsfólk.
Av tí, at drápsfólkini komu ígjøgnum vikuna uttan at nakar gitti, at tað vóru tey, fáa tey møguleikan at blaka ein av teimum fýra í vanda út.
Her var Karl Weihe sum sterkur spælari sjálvsagt í vanda, men tey bæði valdu at tveita Julie Marie Christensen út.
Sandavágsmaðurin var lættur eftir avgerðina.
- Eg sá flogtúrin heim aftur til Føroya fyri mær. Tað hevði verið so keðiligt at verið har hjá seyðunum aftur. Eg skal vera her á Paradise Hotel, segði hann.
Paradise Hotel sæst á Viaplay og partar koma út týsdag, mikudag og hósdag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald