Innanlands

Tað gerast kaldari í dag

Og fyrraparturin í dag er vátur

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-01-07 08:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurforsøgnin fyri dagin í dag boðar frá vátum og køldum.

Fyrrapartin og eitt sindur út á seinnapartin regnar, millum 0,2 og 0,5 mm. Vindurin fyrrapartin andøvsgul, fyrst sunnan og síðani norðan, millum 7 og 8 m/s.

Klokkan 15 steðgar við at regna, men vindurin tekur á seg. Tað hevur við sær frískan til hvassan vind av útnyrðingi norðan, millum 10 og 16 m/s.

Hitin fellur gjøgnum dagin frá 7 til 5 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder